Borðoy – Kunoy – Eysturoy – Sandoy – Suðuroy - Streymoy
Dagur 1, 1. etapa, mikudagin 5. juni:
Startur og mál verður við Effostøðina í Saltangará. Kappast verður í einkultstarti, og leiðin gongur úr EFFO í Saltangará til Skálabotn, har vent verður, og leiðin gongur aftur til EFFO í Saltangará, har málið er.
Súkklarar møta kl 13. Kappingin byrjar kl 14.
Longd á teini: 24 km.
Hæddarmetrar uml 250.
Trýst á myndina fyri at síggja fulla stødd
Dagur 2, 2. etapa, hósdagin 6. juni:
Eysturoyggin verður karmur um 2. etapu av ársins útgávu av Leif Mohr Kring Føroyar 2024.
Tá verður kappast í felagsstarti, og teinurin sum verður koyrdur er frá Leif Mohr á Kambsdali, til Gøtu, Skálabotn, Oyndarfjørð, Skálabotn, Gøta, Kambsdalur, Fuglafjørð, Kambsdalur. Hetta er ein avbjóðandi teinur, eftirsum nakrar drúgvar brekkur eru á teininum.
Súkklarar møta kl 13. Kappingin byrjar kl 14.
Longd á teini: 59,5 km.
Hæddarmetrar uml 1.800
Trýst á myndina fyri at síggja fulla stødd
Dagur 3, 3. etapa, fríggjadagin 7. juni:
3 etapa verður koyrd á Sandoynni. Startur og mál er í Húsavík. Sandoyggin er ein fantastisk “súkkluoyggj”, og hevur Kring Føroyar fleiri ferð áður verið koyrd á oynni.
Hesa ferð gongur leiðin úr Húsavík til Sands. Nú verður koyrt runt um Sandsvatn, áðrenn leiðin gongur móti Skálavík har vent verður, og síðani aftur ein umgang rundan um Sandsvatn. So til Húsavíkar, og víðari til Dals har ventur verður, og so beinleiðis á mál í Húsavík.
Súkklarar møta kl 13. Kappingin byrjar kl 14.
Longd á teini: 54,5 km.
Hæddarmetrar uml. 1.000
Trýst á myndina fyri at síggja fulla stødd
Dagur 4, 4. etapa, leygardagin 8. juni:
4. etapan verður fyri 28. ferð í Suðuroy. Eisini ein spennandi og vøkur oyggj at kappast í. Byrjað verður á Tvøroyri. Leiðin gongur til Hvalba, runt í bygdini, og so gongur leiðin annars til Fámjin. Síðan verður farið um Hovsegg til Hov, til Porkeri, til Vágs og til Lopra. Her verður vent, og síðan verður súkklað á mál í Vági. Málið er við Effostøðina í Vági.
Súkklarar fara við Smyrli kl 7. Kappingin byrjar kl 10.
Longd á teini: 72.5 km.
Hæddarmetrar uml. 1.600
Trýst á myndina fyri at síggja fulla stødd
Dagur 5, 5. etapa, sunnudagin 9. juni:
Byrjað verður hjá Leif Mohr á Hálsi. Síðani gongur leiðin eftir Kaldbaksvegnum og til Hósvíkar, har súkklararnir venda, áðrenn leiðin gongur aftur til Havnar. Eisini eftir Kaldbaksvegnum.
Málið er við Leif Mohr, og fyriskipararnir fara at gera alt fyri, at finaluumførini verða so trygg sum yvirhøvur gjørligt soleiðis, at Hoyvíksvegur, Smyrilsvegur og Staravegur verða stongdir meðan finaluumførini verða koyrd. Roynt verður at fáa loyvi at Hoyvíksvegur verður tvídeildur soleiðis, at tey sum koyra á mál fyrstu ferð, koyra á uttara bana, og útbrotið í innara bana.
Súkklarar møta kl 8. Kappingin byrjar kl 9.
Longd á teini: 60 km.
Hæddarmetrar uml. 1000