Myndir, 5. etapa
Myndir: Ólavur Frederiksen, Faroephoto
Alt fær ein enda. Eisini Leif Mohr Kring Føroyar 2024. Gott lag, góð kapping, góðir áskoðarar, og góðar pylsur til bæði áskoðarar og súkklarar eftir fimtu og seinastu etapuna. Hjá kvinnum gjørdist Súsanna Skylv samlaður vinnari. Hjá monnum var tað, triðja árið ár rað, Jákup Petur Eliassen, sum vann samanlagt. Streymoyggin var karmur um 5.…
Talan er um Jákup Petur Eliassen, sum nú hevur vunnið tríggjar av fýra etapum. Hjá kvinnum er fult hús. Súsanna hevur við sigrinum í dag vunnið fýra av fýra kappingum. Gjøgnumførur Súsanna í morgin, tá fimta og seinasta etapan verður koyrd, so vinnur hon samanlagt. Ongin kann hótta hana, tá hon er einasta kvinnan, ið…
Í dag bleiv kappast á Sandoynni. Hetta var triði dagur, og tað merktist á súkklarunum, at teir nú eru farnir at møðast. Sandoyggin er ein fantastisk súkkluoyggj, eftirsum brekkurnar eru nógvar, men ikki so brattar. Jú, at súkkla niðan úr Dali kennist tungt, serliga tá hetta var seinasta niðankoyringin, áðrenn koyrast skuldi um málstrikuna, sum…
Í dag var onnur av fimm etapum koyrd, og 2. etapa bleiv koyrd í Eysturoynni. Byrjað var við sølubúðina hjá Leif Mohr á Kambsdali, og málið var sama stað. Leiðin gekk úr Kambsdali, um Gøtueiði, til Skálabotn, og so gekk leiðin til Oyndafjørð. Koyrt bleiv runt í vøkru bygdini, og so gekk leiðin sama veg…
Í dag byrjaði stóra súkklukappingin Leif Mohr Kring Føroyar 2024. Vegna verkfallið eru nakrar broytingar gjørdar í ársins útgávu av kappingini.Ætlanin var at Kring Føroyar skuldi byrja í Klaksvík, at súkklarar skuldu koyra teinin úr Klaksvík til Kunoyarbygd og aftur til Klaksvík, men Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag valdi at hugsa tankan “best fyri flest”. Tí…
Vegna verkfall, gera vit tvær broytingar í rutunum. Fyrsta dagin koyra vit sama einkulstart sum í fjør. Tað vil siga frá Effo Runavík, Skálabotn, og aftur til Effo í Runavík. Seinasta dagin byrja vit við Leif Mohr á Hálsi í Havn, súkkla til Hósvíkar, og aftur til Leif Mohr. Farið verður ikki eftir Oyggjarvegnum. Tað…
Fleiri og fleiri súkkla, og tí burdu fleiri kunna verið við. Tað eru ikki øll, ið vilja kappast. Men tað skal ikki halda fólki frá at tekna seg til Leif Mohr Kring Føroyar. Teinarnir hóska eisini til tey, sum bara vilja súkkla fyri at hugna sær og røra seg. Vit hava gjørt okkum ómak fyri…
Tað styttist til stóra súkklukappingin, Leif Mohr Kring Føroyar 2024, fer av bakkastokki. Nú er bert ein lítil mánaður til kappingin byrjar. Aftur í ár verður kappast í fimm dagar, og verður tað í døgunum frá mikudegnum 5. juni til sunnudagin 9. juni at kappast verður. Tað er Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag sum, saman við…
Myndir frá 5. og síðsta degi. Myndir: Ólavur Frederiksen / Faroephoto
Tað gjørdist Jákup Petur Eliassen, ið gjørdist samlaður vinnari av Leif Mohr Kring Føroyar. Hann fekk í posa og sekk, tá hann vann dagsins etapu og somuleiðis vann samanlagt. Hjá kvinnum gjørdist Súsanna Skylv samlaður vinnari. Eisini hon vann dagsins tein, og so gott koyrdi hon, at tað gingu bert 78 sekund frá tí at…
Suðuroyggin var karmur um 4. etapu av Leif Mohr Kring Føroyar. Súkklað var av Tvøroyri, til Hvalba, til Øravík, um Hovsegg, til Hov, til Porkeri, til Vágs, til Lopara og síðan gjøgnum Sumbiarbergholið. Vent var í Sumba og so gekk leiðin aftur gjøgnum tunnilin, og á mál í Vági. Eins og undanfarin ár, so var…
Tríggjar etapur og tríggir sigrar til Jákup Petur Eliassen, sum vann tá Landavegsúkkling var á Sandi í dag. Í dag var Súsanna Skylv einsamøll kvinna, men kortini smæddist hon ikki burt millum menninar. Hon brúkti 2 tímar og 13 minuttirnar um teir 63 kilometrarnar. Eftirsum nógv byggivirksemi er í oynni í hesum døgum, so avgjørdi…
Ovast á sigurspallinum eftir 1. etapu, stóðu ávikavist Súsanna Skylv hjá kvinnum, og Jákup Petur Eliassen hjá monnum. Eftir 2. etapu skuldu tey aftur trý trin upp á sigurspallin. Í fyrstu etapu vóru fýra kvinnur, ið kappaðust. Í dag vóru tað tvær kvinnur. Súsanna Skylv og Anida Johannesen. Súsanna vann sannførandi sigur í 1. etapu,…
Dagurin byrjaði við regni, og tað var bæði vátt og grátt. Men tá 1. teinur av Leif Mohr Kring Føroyar byrjaði kl 19.30 skein sólin. Turrur vegur og gott lag á kvinnum og monnum, sum løgdu til brots í fyrstu etapu av ársins útgávu av Leif Mohr Kring Føroyar. Kappast varð í Einkultstarti, teinurin var…
So er tað nú. Í morgin, mikudagin 17. mei kl 19.30 fer fyrsti súkklari avstað. Eysturoyggin verður karmur um 1. etapu av ársins útgávu av Leif Mohr Kring Føroyar. Tá verður kappast í Einkultstarti, og teinurin, sum verður koyrdur, er frá Effostøðini í Runavík til Effostøðina í Skálabotni, og so aftur á mál við Effostøðina…
Í alt eru 27 súkklarar við í ársins kapping. Harav eru 16, sum koyra allar teinarnar, meðan 11 koyra einstakar teinar. Tey, sum eru við í ár, eru hesi: Allar dagar: Jóhan M Jacobsen Rógvi Róin Tórarinn Didriksen Andrass Joensen Eirikur Joensen Henry Berg Bogi Gregersen Gunnar Dahl-Olsen Súsanna Skylv Jákup Petur Eliassen Torleif Thorleifsson…
Leif Mohr verður eisini høvuðsstuðul hjá Føroya størstu súkklukapping í 2023. Og nú er avgjørt, nær kappingin verður. Eins og fjør verður kappingin í mai – frá 17. til 21. mai. Koyrt verður um alt landið, og kappingin verður lík henni í fjør. Teinarnir liggja millum 55 og 75 kilometrar, undantikið einkultstarturin. Kappast verður bæði…
Fimta og seinasta etapan av LM Kring Føroyar bleiv koyrd í gjár, og tá var tað Streymoyggin, ið var karmur um kappingina. Vegna nógvan vind bleiv teinurin broyttur beint áðrenn start. Eftir ætlan skuldu súkklarar eftir Oyggjarvegnum, tá leiðin gekk aftur til Havnar. Hetta bleiv broytt vegna rættiliga nógvan vind á Norðadalsskarð. Koyrt bleiv gjøgnum…
Í morgin verður fimta og seinasta etapa koyrd. Byrjað verður klokkan 13, uttanfyri hjá Leif Mohr á Hoyvíksvegnum. Koyrt verður úr Havn, gjøgnum Kaldbakstunnilin, Kollafjørð, og til Hósvíkar. Her verður vent, og so gongur leiðin aftur gjøgnum Kollafjørð, til Kollfjarðadal, og síðan eftir Oyggjarvegnum til Havnar. Komnir til Havnar verður koyrt eftir Ringvegnum yvir til…
Í dag bleiv kongaetapan koyrd. Súkklað var í Suðuroy, og Suðuroyoggin vísti seg frá sínari vakrastu síðu. Sól og summar. Byrjað varð á Tvøroyri og síðani gekk leiðin til Hvalba. Hetta var serligt á tann hátt, at tað er fyrstu ferð at súkklað hevur verið í Hvalba, í Kring Føroyar høpi, men hetta er heilt…
Á 4. etapu eru súkklararnir tíðliga á fótum, tí byrjað verður longu kl. 10 við Effo-støðina í Trongisvági. Fyrst verður gjørt eitt rend til Hvalbiar at venda, áðrenn kósin verður sett suðureftir. Á veg suðureftir verður súkklað um Hovsegg, og síðani til Vágs. Her frá verður farið til Sumbiar at venda. Endað verður við Effo-støðina…
Fríggjadagin bleiv 3. etapa koyrd á Viðoynni. Starturin gekk úr Hvannasundi, og annars gjøgnum tunnilin, eftir gamla vegi úr Viðareiði, og so aftur gjøgnum bergholið. Teinurin er 12 kilometrar langur, og skuldi hesin teinur koyrast fimm ferð. Tilsamans bleiv koyrt 63 kilometrar. Jákup Petur var aftur aftur í essinum, og tað var hann sum byrjaði…
Eftir at súkklararnir komu á mál í Klaksvík, verða vit verandi í Norðoyggjum, tá Viðoy leggur asfalt til 3. etapu. Hesin teinurin á góðar 60 kilometrar var royndur á fyrsta sinni í fjør. Starturin er í Hvannasundi kl. 16, og súkklað verður til tunnilsmunnan. Her skulu súkklararnir so koyra ígjøgnum tunnilin til Viðareiði, og heim…
Aftur í dag var Jákup Petur skjótastur, tá hann legði teir gott ov væl 60 kilometrarnar aftur um seg uppá minni enn tveir tímar. Nærmasti kappingarneytin Hilmar, kom eisini akkurát undir tveir tímar. Tíðin hjá Jákup Petur var 1:55:01, meðan Hilmar var 4:39 aftanfyri. Veteranurin Gunnar Dahl-Olsen megnaði akkurát at vinna á unga Niklas Hallgren…
Dagur 2 á LM Kring Føroyar kann gerast ein harður dagur, tá góðir 60 kilometrar skulu leggjast aftur um bak. Nógvir hæddarmetrar skulu súkklast, og tí ræður um at brúka orkuna skilagott. Byrjað verður við Norðskála kl. 13, og súkklað verður gjøgnum sundalagið til Eiðis. Túrurin úr Eiði og niðan á skarði, er ein tungur…
Fyrsti teinurin í ársins LM Kring Føroyar er avgreiddur. Og á einkultstartinum úr Miðvági, til Bíggjar og aftur, var Jákup Petur Eliassen skjótastur á mál hjá monnunum. Hjá kvinnunum var Maria Svabo Hansen skjótast. Tey bæði koyra sostatt í grønu LM føraratroyggjuni í morgin. Jákup Petur koyrdi teir umleið 25 kilometrarnar við tíðini 35:29.7. Góðar…
LM Kring Føroyar 2022 byrjar við einkultstarti á umleið 25 kilometrar vesturi í Vágum. Klokkan 18.00 verður fyrsti súkklarin skotin avstað frá FK í Miðvági, og koyrt verður til Bíggjar at venda, og síðani aftur til FK í Miðvági. Hesin teinurin bjóðar eitt sindur av hvørjum. Frá startinum, framvið Leitisvatni og til flogvøllin er lutfalsliga…
LM Kring Føroyar 2022 Mikudagin 25. mai verður stóra súkklukappingin LM Kring Føroyar sett í gongd, tá súkklarar fara um startin í Miðvági. Frammanfyri sær hava tey 5 dagar av súkklukapping kring Føroyar. Hetta er Føroya størsta og mest virda súkklukapping, og spenningurin er stórur, hvussu leikur fer. Hvussu er støðið, og eru tað vanligu…
Aftur í 2022 verður LM Kring Føroyar á skránni. Vanliga er kappingin í juli mánað, men í 2022 verður kappingin í mai, hetta vegna Føroyaleikir, sum ÍSF skipar fyri í juli mánað. LM Kring Føroyar súkklukappingin er ein sokallaður TOUR´ur, og kappingin er samansett av einum ávísum tali av teinum, ella etapum. Komandi ár verða…
Hóast at tað var tætt í toppinum í dag, so var tað aftur Helgi W. Olsen, ið vann, og samstundis gjørdist samlaður vinnari av LM Kring Føroyar 2021. 5. etapa gekk úr Havn, gjøgnum Kaldbakstunnilin til Kollafjørð. Koyrt bleiv síðan til Hósvík. Her bleiv vent áðrenn leiðin gekk aftur móti Kollafjørð. Koyrt bleiv til Kollafjarðadal…
Í dag var tað Suðuroy. 4. etapa byrjaði á Tvøroyri og endaði í Vági. Í mun til undanfarin ár er teinurin styttur nakað. Og vegna nógvan vind á Hestinum, avgjørdi dómaratoymið ikki at koyra um Hestin. Fyri sterku súkklararnar var tað ergriligt, men verður hugsað um trygdina, so var avgerðin tann rætta fyri kappingina. Byrjað…
So er triði dagur farin afturum og 3. etapa avgreidd. Menn og kvinnur troyttast, og tankar um “Kongaetapuna” í Suðuroy gera kanska, at súkklarin følur seg mentalt troyttan eisini. Væl skilligt, at onkur stúrur fyri bæði Hovsegg og Hestinum. Men í dag var tað Viðoy. Viðoy var karmur um 3. etapu av LM Kring Føroyar.…
Aftur ein vakur og flottur dagur í føroysku fjøllunum, og eftir føroysku landavegunum. Ein hørð og spennandi 2. etapa bleiv koyrd ígjár. Leiðin gekk frá Norðskála, norður gjøgnum Sundalagið, til Eiðis, og so niðan á Eiðisskarð. Leiðin gekk síðan til Funning, Funningsbotn og út gjøgnum Skálafjørðin. Niðan á Gøtueiði og so á mál í Klaksvík.…
So er LM Kring Føroyar 2021 byrjað og fyrsta etapa súkklað. Í dag bleiv súkklað á Vágoynni, og í dag var Einkultstartur á skránni. Teinurin gekk úr Miðvági til Bø. Her bleiv vent, og so gekk leiðin aftur til Miðvág. Ein teinur á góðar 25 km. Startur og mál var við FK í Miðvági. Ein…