Hóast at tað var tætt í toppinum í dag, so var tað aftur Helgi W. Olsen, ið vann, og samstundis gjørdist samlaður vinnari av LM Kring Føroyar 2021.
5. etapa gekk úr Havn, gjøgnum Kaldbakstunnilin til Kollafjørð. Koyrt bleiv síðan til Hósvík. Her bleiv vent áðrenn leiðin gekk aftur móti Kollafjørð. Koyrt bleiv til Kollafjarðadal og so skuldu kvinnur og menn koyra drugva teinin eftir Oyggjarveginum til Havnar.
Komnir til Havnar skuldu súkklararnir koyra tvey finaluumfør í Havn. Koyrast skuldi eftir Gundadalsvegnum, Áargeil, Ringvegnum, R. C. Efersøesgøtu og so aftur á Gundadalsvegin. Málið var við Badmintonhøllina.
Avgerðin fall niðan á Oyggjarvegin
Avgerðin fall á veg niðan úr Kollafjarðadali. Menn royndu hvør í sínum lag at sleppa avstað niðan úr Hósvík, men tað var ikki fyrr enn Oyggjarvegurin byrjaði, at tað veruliga kom “øði í grindina”. Jákup Petur Elisasen, ið hevði verið sera ágrýtin gjøgnum stóran part av kappingini, royndi at halda eitt gott tempo niðan úr Kollafjarðadali. Helgi tók yvir, og wattmátarin vísti skjótt fleiri enn 400 watt. Ongin megnaði at fylgja honum og fekk Helgi skjótt lagt góða frástøðu aftur til hinar.
Jákup Petur, Dávur Magnussen, Hilmar Hansen og Andrass Joensen royndu sum frægast at halda tørn. Helgi fekk hol aftur til feltið, og so var kósin sett móti Havnini. Javnt og gott traðk, og royna at halda lagda taktikkin.
Jákup Petur royndi tað hann kundi at fáa Helga aftur, og nú var tað hann, ið fekk lagt metrar aftur til hinar, Dávur, Hilmar Hansen og Andrass Joensen.
Dávur, sum ikki var við í Suðuroy, fekk Jákup Petur aftur nakað áðrenn Hundsarabotn, og nú vóru tað teir báðir, ið arbeiddu saman fyri at fáa Helga aftur. Tað styttist, men Helgi var knáur, helt tørn og kundi løtu seinni koyra um málstrikuna, sum vinnari av 5. etapu, og sum samlaður vinnari av LM Kring Føroyar 2021.
Silvur- og bronsuvinnarin skuldi finnast, og kandidatar til hesi heiðursmerki skuldi finnast millum Dávur og Jákup Petur. Teir fylgdust líka til síðstu metrarnir skuldu traðkast. Málið var við Badmintonhøllina í Gundadali, og byrjaði spurturin við Hvíldarheimið Naina. Dávur átti munin, og tað var tí hann sum fekk silvurið um hálsin.
Maria vann aftur sannførandi
Kenslan eigur at følast góð. Kenslan at vinna fimm dagar á rað. Hesa kenslu situr Maria Svabo Hansen við, nú 5. og seinasta etapan er liðug. Samanlagt vann hon við góðum 37 minuttum á nummar tvey, sum gjørdist Elsa Berg. Fimm sigrar til Mariu og fimm silvurheiðursmerki til Elsu Berg.
Nummar trý í dag gjørdist Arnbjørg Danielsen. Arnbjørg hevur í ár koyrt á Team Rynkeby liðnum, og venjingin hjá henni er tí góð. Hon brúkti 2 tímar 47 minuttir og 25 sekund um teir góðar 67 kilometrarnar.
Meðan Arnbjørg bara luttók í 5. etapu, so luttók Súsanna Eliasen allar dagar, og úrslitið gjørdist, at Súsanna samanlagt gjørdist nummar trý.
– Vit høvdu okkurt óhapp á túrinum og tveir súkklarar máttu til kanningar á Landssjúkrahúsinum. Slikt er ongantíð stuttligt at vera vitni til. Sær man burtur frá hesum, so haldi eg, at kappingin í ár eydnaðist sera væl. Veðrið var við okkum og lagið á súkklarunum gott allar dagarnar, Haldi eg kann tosa fyri alla nevndina, at vit eru sera glaðir fyri hvussu væl kappingin eydnaðist í ár, segði ein vælnøgdur Geyr Gilsteinsson eftir kappingina í dag. Umframt høvuðsdómari er Geyr eisini nevndarlimur í Tórshavnar Súkklufelag.
TSF takkar øllum sonsorum fyri stuðulin. Fyrst og fremst Leif Mohr, sum í ár var høvuðsstuðul. Men eisini Gist & Vist, Bilrøkt og Okkara.
Úrlitið av 5. etapu av LM Kring Føroyar 2021:
LM KRINGFØROYAR2021 dagur 5 | Race resultater | Webscorer
Samlaða støðan í LM Kring Føroyar 2021: