Eysturoy – Borðoy – Viðoy – Sandoy – Streymoy
Dagur 1, 1. teinur, mikudagin 28. mai:
Byrja verður í Runavík og koyrt runt Agnið, á Toftir, aftur til Runavíkar og hildið fram allan vegin inn í Skálafjørð út á Skála har vent verður. Skálafjørður verður aftur rundaður og koyrt verur til Skipaneskrossin, um Gøtueiði, gjøgnum Gøtu og gjøgnum tunnilin til Leirvíkar, síðan í undirsjóvartunnilin til Klaksvíkar og á mál uttan fyri Effo støðina.
Súkklarar møta kl 17. Kappingin byrjar kl 18.
Longd á teini: 61,65 km.
Hæddarmetrar uml 940.
Trýst á myndina fyri at síggja fulla stødd
Dagur 2, 2. teinur, hósdagin 29. mai:
Annan dagin verður kappast í Norðoyggjum. Bæði startur og mál eru við Effo í Klaksvík. Koyrt verður til byrgingina til Kunoyar har vent verður, og koyrt verður gjøgnum Árnafjarðartunnilin. Vent verður í Árnafirði og koyrt verður gjøgnum Hvannasundstunnilin til Norðdepil og Hvannasund, síðan gjøgnum Viðareiðistunnilin til Viðareiðis, og eftir gamla vegi aftur til Hvannasund, til Norðdepil, gjøgnum tunlarnar til Ánirnar og aftur til Klaksvíkar.
Súkklarar møta kl 17. Kappingin byrjar kl 18.
Longd á teini: 53,24 km.
Hæddarmetrar uml 828
Trýst á myndina fyri at síggja fulla stødd
Dagur 3, 3. teinur, fríggjadagin 30. mai:
Triðja dagin leggur Sandoyggin asfalt til Leif Mohr Kring Føroyar. Bæði startur og mál eru í Húsavík. Súkkla verður í Traðir og runt Sandsvatn, aftur til Skálavíkar har vent verður og koyrt aftur runt Sandsvatn til Húsavíkar, Dals og aftur til Húsavíkar.
Súkklarar møta kl 17. Kappingin byrjar kl 18.
Longd á teini: 54,69 km.
Hæddarmetrar uml. 970
Trýst á myndina fyri at síggja fulla stødd
Dagur 4, 4. teinur, leygardagin 31. mai:
4. etapan byrjar hjá Leif Mohr á Hoyvíksvegi í Havn og koyrt verður niðan á Sornfelli. Koyrt verður eftir Kaldbaksvegnum og gjøgnum tunnilin til Kollafjarðar, víðari í Kollfjarðardal og eftir Oyggjarvegum niðan í Hundsarabotn og Sornfelli.
Súkklarar møta kl. 13. Kappingin byrjar kl 14.
Longd á teini: 28,65 km.
Hæddarmetrar uml. 810
Trýst á myndina fyri at síggja fulla stødd
Dagur 5, 5. teinur, sunnudagin 1. juni:
Byrjað verður hjá Leif Mohr á Hálsi. Rutan er Hoyvíksvegur – Yviri við Strond – Jónas Broncksgøta – Hoyvíksvegur. Hesin teinur er smáar 4 km til longdar og hevur 59 hæddarmetrar. Teinurin verður koyrdur tíggju ferðir.
Málið er við Leif Mohr, og fyriskipararnir fara at gera alt fyri, at finaluumførini verða so trygg sum yvirhøvur gjørligt soleiðis, at vegirnir verða stongdir meðan finaluumførini verða koyrd.
Súkklarar møta kl 9. Kappingin byrjar kl 10.
Longd á teini: 55,6 km.
Hæddarmetrar 932