Í dag var tað aftur ein sera vælkoyrandi Niklas Hallgren Niclassen, ið vann kappingina. Hann sigraði ígjár, og aftur ídag. Meðan tað ígjár var torført at taka dagar ímillum hvør gjørdsti fyrstur og hvør gjørdist næstur, so var sigurin hjá Niklas í dag sannførandi. Ella, tá allir vóru komnir á mál, og allar tíðir vóru noteraðar, so gjørdist úrslitið at Niklas vann á Helga við 34 sekundum. Meðan Niklas brúkti 1 tíma og 46 sekund um teir 28 kilometrarnar, so brúkti Helgi 1 tíma og 1 minutt og 21 sekund um drúgva teinin.
Ólavur Frederiksen tók hesar myndirnar.