Fríggjadagin bleiv 3. etapa koyrd á Viðoynni. Starturin gekk úr Hvannasundi, og annars gjøgnum tunnilin, eftir gamla vegi úr Viðareiði, og so aftur gjøgnum bergholið. Teinurin er 12 kilometrar langur, og skuldi hesin teinur koyrast fimm ferð. Tilsamans bleiv koyrt 63 kilometrar.
Jákup Petur var aftur aftur í essinum, og tað var hann sum byrjaði “ballið”. Eina ferð, tvær ferð, og triðju ferð eydnaðist tað. Hilmar fekk skjótt Jákup Petur aftur, og løtu seinni komu Bogi Gregersen, Niklas H. Niclassen og Gunnar Dahl-Olsen upp til oddamenninar aftur. Løtu seinni rykti Jákup Petur aftur, og nú var tað bara Hilmar, ið megnaði at halda tørn. Enn ein roynd, og so koyrdi Jákup Petur einsamallur avstað, Hilmar jagstraði, og nakað aftanfyri lá Gunnar. Eisini hann koyrdi solo.
Jákup Petur vann tryggan sigur, tá hann vann við smáum tveimum minuttum á Hilmar.
Eftir 3. og 4. etapu liggur Jákup Petur á einum samlaðum 1. plássi, og tað eru nú 8 minuttir og 28 sekund aftur til Hilmar Hansen. Á triðja plássi, í samlaðu støðuni, liggur Gunnar.
Eisini í 3. etapu var Maria einasta kvinnan. Ein sigur, og megnar Maria at koma til Havnar uttan óhapp, tá seinasta etapan verður koyrd, so er hon samlaður vinnari av LM Kring Føroyar 2022 hjá kvinnum. Fleiri kvinnur hava meldað seg til 5. etapu, men Maria er sum sagt einasta kvinnan, ið kann vinna kappingina samanlagt.