Aftur í 2022 verður LM Kring Føroyar á skránni. Vanliga er kappingin í juli mánað, men í 2022 verður kappingin í mai, hetta vegna Føroyaleikir, sum ÍSF skipar fyri í juli mánað.
LM Kring Føroyar súkklukappingin er ein sokallaður TOUR´ur, og kappingin er samansett av einum ávísum tali av teinum, ella etapum. Komandi ár verða FIMM etapur. Tað verður koyrt frá mikudag til sunnudag. Kappingin verður í døgunum frá 25. til 29. mai.
Í 2022 verður koyrt á Vágoynni, Streymoynni, Eysturoynni, Borðoy og Viðoy, og sjálvandi eisini í Suðuroy.
Teinarnir eru millum 25 og 70 km. Tvs. tilsamans smáar 300 km. Eins og í fjør, so koyra koyra ØLL somu teinar.
Til ber at tekna seg til kappingina á www.atgongumerki.fo, og tekningarfreistin er 22. mai. 2022.