Í dag var tað Suðuroy. 4. etapa byrjaði á Tvøroyri og endaði í Vági.
Í mun til undanfarin ár er teinurin styttur nakað. Og vegna nógvan vind á Hestinum, avgjørdi dómaratoymið ikki at koyra um Hestin. Fyri sterku súkklararnar var tað ergriligt, men verður hugsað um trygdina, so var avgerðin tann rætta fyri kappingina.
Byrjað var sum áður nevnt á Tvøroyri. Leiðin gekk til Øravík, og síðan um Hovsegg til Hov. Hildið var fram til Porkeri, til Vág, til Lopra, og so skuldi súkklast gjøgnum tunnilin til Sumba. Ístaðinfyri at fara um Hestin, sum ætlanin var, bleiv súkklað gjøgnum tunnilin til Lopra, og síðan til Akrar. Frá Økrum gekk leiðin til Lopra, um Núpin og á mál í Vági. Longdin var nøkunlunda tann sama, men hæddarmetrarnir langt frá teir somu.
Casper og Andrass
Beint sum “masterstarturin” var av royndu Casper Rosen og Andrass Joensen at sleppa frá feltinum. Hetta var millum Tvøroyri og Øravík. Tað eydnaðist, og løgdu teir tí rúma longd aftur til høvuðsfeltið.
Andrass og Casper arbeiddu væl saman, men komnir hálva leið niðan á Hovsegg, blivu teir innheintaðir av feltinum.
Helgi W. Olsen, sum er sera sterkur tá tað gongur “upp eftir”, setti ferð á, og sum perlur á snóri fullu hinir súkklararnir frá. Ein megnaði at halda tørn, og var tað Jákup Petur Eliasen (Dávur Magnussen gav avboð til 4. etapu).
Helgi og Jákup Petur vóru fyrstir niðan á Hovsegg, og nú sá tað út til at slagið skuldi standa millum hesar báðar. Tað gjørdi tað eisini. Men oman móti Porkeri slapp Jákup Petur frá Helga, og so lá Jákup Petur á odda. Jákup Petur stríddist, og sama gjørdi Helgi. Báðir treiskir og báðir sóu møguleikan at vinna. Ein etapuna og hin kappingina samanlagt.
Aftur í dag var Helgi sterkari, og tá Jákup Petur skuldi koyra um Núpin, hevði Helgi fingið hann aftur. Aftur nú setti Helgi ferð á, og restina av túrinum koyrdi Helgi solo. Hann vann, og hann vann trygt.
Jákup Petur royndi alt hann kundi at koyra Helga inn aftur, men samstundis at koyra undan teimum sum eltu hann. Andrass Joensen hevði nú funnið ein nýggjan makkara at arbeiða saman við. Hesa ferð var tað Hilmar Hansen. Hesir royndu tað teir kundu at koyra Jákup Petur inn aftur, men hóast hann hevði brúkt nógvar kreftir við at koyra undan Helga, so var munurin so mikið stórur, at hetta ikki eydnaðist.
Helgi vann, Jákup Petur bleiv nummar tvey, og so skuldi sprintast um bronsuna. Hilmar megnaði aftur í dag at velja rætta tíðspunktið at byrja endaspurtin, og tað var tí hann, ið gjørdist nummar trý, og vann sítt annað bronsuheiðursmerki.
Fýra ferð Maria
Aftur í dag var tað Maria Svabo Hansen, ið fór við sigrinum. Og aftur í dag var sigurin sannførandi. Maria súkklaði teir 54 kilometrarnar uppá 2 tímar 4 minuttir og 46 sekund, og kom hon á mál góðar 16 minuttir framman fyri nummar tvey, sum gjørdist Elsa Berg. Nummar trý gjørdist Súsanna Eliasen. Í samlaðu støðuni liggur Maria nummar eitt, Elsa nummar tvey, og Súsanna nummar trý.
Í morgun verður fimta og seinasta etapa koyrd. Kappast verður á Streymoynni. Kappingin byrjar klokkan 13, og byrjað verður í Havn.
Leiðin gongur úr Havn, gjøgnum Kaldbakstunnilin, Kollafjørð, til Hósvík. Her verður vent, og so gongur leiðin aftur gjøgnum Kollafjørð, til Kollfjarðadal, og síðan eftir Oyggjarvegnum til Havnar.
Komnir til Havnar verður koyrt eftir Ringvegnum, R. C. Effersøesgøtu og Gundadalsvegin. Nú skulu nøkur finaluumfør koyrast, og tað er aftur Gundadalsvegur, Áargeil, Ringvegur, R. C. Effersøesgøta, Gundadalsvegur. Málið er við Badmintonhøllina í Gundadali.
Roknað veðrur við, at fyrsti súkklarin kemur til Havnur umleið klokkan 15.
Úrslitið av 4. etapu av LM Kring Føroyar 2021: