Fleiri og fleiri súkkla, og tí burdu fleiri kunna verið við. Tað eru ikki øll, ið vilja kappast. Men tað skal ikki halda fólki frá at tekna seg til Leif Mohr Kring Føroyar.
Teinarnir hóska eisini til tey, sum bara vilja súkkla fyri at hugna sær og røra seg. Vit hava gjørt okkum ómak fyri at finna áhugaverdar teinar, sum eru góðir og stuttligir at súkkla.
Tað ber til at súkkla einkultar teinar, t.d. tveir dagar, hóast kappingin er yvir 5 dagar.
Um man ikki vil hava, at tíðirnar koma út alment, verða tær ikki almannakunngjørdar.
Vit vóna, at fleiri hava hug at koma við fyri at uppliva kappingina.
Tekna teg á ATGONGUMERKI.FO