Eftir at súkklararnir komu á mál í Klaksvík, verða vit verandi í Norðoyggjum, tá Viðoy leggur asfalt til 3. etapu. Hesin teinurin á góðar 60 kilometrar var royndur á fyrsta sinni í fjør.
Starturin er í Hvannasundi kl. 16, og súkklað verður til tunnilsmunnan. Her skulu súkklararnir so koyra ígjøgnum tunnilin til Viðareiði, og heim eftir gamla vegnum, aftur til tunnilsmunnan. Hesin teinur skal koyrast 5 ferð, áðrenn dagsins vinnari verður funnin.
Jákup Petur hevur gjørt reint borð higartil, og spennandi verður, um nakar klárar at hótta grønu troyggjuna.