Dagur 2 á LM Kring Føroyar kann gerast ein harður dagur, tá góðir 60 kilometrar skulu leggjast aftur um bak. Nógvir hæddarmetrar skulu súkklast, og tí ræður um at brúka orkuna skilagott.
Byrjað verður við Norðskála kl. 13, og súkklað verður gjøgnum sundalagið til Eiðis.
Túrurin úr Eiði og niðan á skarði, er ein tungur túrur. Higartil hava súkklararnir ikki brúkt nógva orku, og tí er freistandi at leggja nógv fyri fyri at koma skjótt niðan. Men langt er eftir á mál, og tí kann orkan ganga undan, um ov nógv verður brent av her.
Á strekkinum oman ímóti Funningi, kann nógv ferð koma á. Tá ræður um at hava tunguna mitt í munninum.
Málið er við Effo-støðina í Klaksvík.