Leif Mohr verður eisini høvuðsstuðul hjá Føroya størstu súkklukapping í 2023. Og nú er avgjørt, nær kappingin verður. Eins og fjør verður kappingin í mai – frá 17. til 21. mai.
Koyrt verður um alt landið, og kappingin verður lík henni í fjør. Teinarnir liggja millum 55 og 75 kilometrar, undantikið einkultstarturin.
Kappast verður bæði hjá kvinnum og monnum, unglingum, motionistum og opnum bólki.
Til ber at melda til ein ella fleiri teinar. Ynski er, eins og í fjør, at koyra um Hestin í Suðuroy. Men hetta er treytað av at vegurin er í nóg góðum og tryggum standi.
Tryggja tær títt pláss, og tekna teg á atgongumerki.fo