Vegna verkfall, gera vit tvær broytingar í rutunum.
Fyrsta dagin koyra vit sama einkulstart sum í fjør. Tað vil siga frá Effo Runavík, Skálabotn, og aftur til Effo í Runavík.
Seinasta dagin byrja vit við Leif Mohr á Hálsi í Havn, súkkla til Hósvíkar, og aftur til Leif Mohr. Farið verður ikki eftir Oyggjarvegnum.
Tað er altíð keðiligt at gera broytingar, men vit meta, at hetta er “best fyri flest”, tí flest luttakarar eru úr høvðusstaðarøkinum, og hetta minkar um nýtsluna av brennievni. Her verður eisini hugsað um dómarabilarnar.
Hinir teinarnir verða koyrdir sum ætlað.