Fyrsti teinurin í ársins LM Kring Føroyar er avgreiddur. Og á einkultstartinum úr Miðvági, til Bíggjar og aftur, var Jákup Petur Eliassen skjótastur á mál hjá monnunum. Hjá kvinnunum var Maria Svabo Hansen skjótast. Tey bæði koyra sostatt í grønu LM føraratroyggjuni í morgin.
Jákup Petur koyrdi teir umleið 25 kilometrarnar við tíðini 35:29.7. Góðar tveir minuttir frammanfyri Hilmar Hansen. Triðskjótastur var Tórarinn Didriksen.
Tvær kvinnur vóru við í einkultstartinum, har Maria kom á mál við tíðini 44:39.1. Súsanna Eliassen var smáar tríggjar minuttir aftanfyri.
Eftir fyrsta umfar sær top-5 soleiðis út:
1 Jákup Petur Eliassen 35:29.7
2 Hilmar Hansen 37:34.2 +2:04.5
3 Tórarinn Didriksen 38:41.7 +3:12.0
4 Bogi Gregersen 38:45.8 +3:16.1
5 Gunnar Dahl-Olsen 39:15.0 +3:45.3
Mynd: Geyr Gilsteinsson