Myndir: 1. dagur – Vágar
Myndir: Ólavur Frederiksen, Faroephoto
Fyrsti teinurin í ársins LM Kring Føroyar er avgreiddur. Og á einkultstartinum úr Miðvági, til Bíggjar og aftur, var Jákup Petur Eliassen skjótastur á mál hjá monnunum. Hjá kvinnunum var Maria Svabo Hansen skjótast. Tey bæði koyra sostatt í grønu LM føraratroyggjuni í morgin. Jákup Petur koyrdi teir umleið 25 kilometrarnar við tíðini 35:29.7. Góðar…
LM Kring Føroyar 2022 byrjar við einkultstarti á umleið 25 kilometrar vesturi í Vágum. Klokkan 18.00 verður fyrsti súkklarin skotin avstað frá FK í Miðvági, og koyrt verður til Bíggjar at venda, og síðani aftur til FK í Miðvági. Hesin teinurin bjóðar eitt sindur av hvørjum. Frá startinum, framvið Leitisvatni og til flogvøllin er lutfalsliga…