LM Kring Føroyar 2022 byrjar við einkultstarti á umleið 25 kilometrar vesturi í Vágum.
Klokkan 18.00 verður fyrsti súkklarin skotin avstað frá FK í Miðvági, og koyrt verður til Bíggjar at venda, og síðani aftur til FK í Miðvági.
Hesin teinurin bjóðar eitt sindur av hvørjum. Frá startinum, framvið Leitisvatni og til flogvøllin er lutfalsliga slætt. Síðan kemur omanbrekka oman í Sørvág, har ferðin kann gerast høg. Og av tí at leiðin gongur sama veg heim aftur, verður undanbrekkan vend til mótbrekku, har beinini skulu standa sína fyrstu roynd í ár.
Seinasti súkklarin væntast á mál umleið kl. 19.