LM Kring Føroyar 2022
Mikudagin 25. mai verður stóra súkklukappingin LM Kring Føroyar sett í gongd, tá súkklarar fara um startin í Miðvági. Frammanfyri sær hava tey 5 dagar av súkklukapping kring Føroyar.
Hetta er Føroya størsta og mest virda súkklukapping, og spenningurin er stórur, hvussu leikur fer. Hvussu er støðið, og eru tað vanligu favorittarnir, ið aftur fara at gera seg galdandi?
Fyrsta dagin verður súkkla frá FK í Miðvági til Bíggjar og aftur til Miðvágs.
Kristi himmalsfaradag gongur leiðin til Eysturoynna, har byrjað verður í Norðskála um Eiðiskarð og víðari til Klaksvíkar, har málið er við Effostøðina í Klaksvík.
Triðja dagin, fríggjadagin, verður kappast á Viðoynni, har súkkla verður úr Hvannasundi gjøgnum bergholið til Viðareiðis og eftir gamla vegi móti Hvannasundi. Hesin teinur verður súkklaður seks ferðir.
Fjórða dagin er tað Suðuroyggin, ið leggur vegir til LM Kring Føroyar, byrjað verður á Effostøðini á Tvøroyri og súkklað verður til Hvalbiar og aftur, umvegis Hov og Porkeri, umvegis Vág til Sumbiar, Lopra til Vágs, har málið er við Effostøðina í Vági.
Seinasta kappingardagin verður byrjað og enda við Leif Mohr á Hoyvíksvegnum. Koyrt verður gjøgnum Kaldbakstunnilin til Hósvíkar og heimaftur eftir Oyggjavegnum aftur til Leif Mohr, her verða koyrdar tvær rundur á Hoyvíksvegi, Smyrilsvegi og Staravegi, áðrenn endaligi vinnarin kann verða kosin.
Súkklararnir koma væntandi á mál umleið kl. 16. Pylsuvognur verður á parkeringsøkinum hjá Leif Mohr, har teir spentu áskoðararnir kunnu fáa sær eina pylsu meðan teir bíða. Eisini verður okkurt leskandi at sløkkja sær tostan við.