Myndir, 5. etapa
Myndir: Ólavur Frederiksen, Faroephoto
Alt fær ein enda. Eisini Leif Mohr Kring Føroyar 2024. Gott lag, góð kapping, góðir áskoðarar, og góðar pylsur til bæði áskoðarar og súkklarar eftir fimtu og seinastu etapuna. Hjá kvinnum gjørdist Súsanna Skylv samlaður vinnari. Hjá monnum var tað, triðja árið ár rað, Jákup Petur Eliassen, sum vann samanlagt. Streymoyggin var karmur um 5.…
Talan er um Jákup Petur Eliassen, sum nú hevur vunnið tríggjar av fýra etapum. Hjá kvinnum er fult hús. Súsanna hevur við sigrinum í dag vunnið fýra av fýra kappingum. Gjøgnumførur Súsanna í morgin, tá fimta og seinasta etapan verður koyrd, so vinnur hon samanlagt. Ongin kann hótta hana, tá hon er einasta kvinnan, ið…
Í dag bleiv kappast á Sandoynni. Hetta var triði dagur, og tað merktist á súkklarunum, at teir nú eru farnir at møðast. Sandoyggin er ein fantastisk súkkluoyggj, eftirsum brekkurnar eru nógvar, men ikki so brattar. Jú, at súkkla niðan úr Dali kennist tungt, serliga tá hetta var seinasta niðankoyringin, áðrenn koyrast skuldi um málstrikuna, sum…
Í dag var onnur av fimm etapum koyrd, og 2. etapa bleiv koyrd í Eysturoynni. Byrjað var við sølubúðina hjá Leif Mohr á Kambsdali, og málið var sama stað. Leiðin gekk úr Kambsdali, um Gøtueiði, til Skálabotn, og so gekk leiðin til Oyndafjørð. Koyrt bleiv runt í vøkru bygdini, og so gekk leiðin sama veg…
Í dag byrjaði stóra súkklukappingin Leif Mohr Kring Føroyar 2024. Vegna verkfallið eru nakrar broytingar gjørdar í ársins útgávu av kappingini.Ætlanin var at Kring Føroyar skuldi byrja í Klaksvík, at súkklarar skuldu koyra teinin úr Klaksvík til Kunoyarbygd og aftur til Klaksvík, men Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag valdi at hugsa tankan “best fyri flest”. Tí…