Talan er um Jákup Petur Eliassen, sum nú hevur vunnið tríggjar av fýra etapum. Hjá kvinnum er fult hús. Súsanna hevur við sigrinum í dag vunnið fýra av fýra kappingum.
Gjøgnumførur Súsanna í morgin, tá fimta og seinasta etapan verður koyrd, so vinnur hon samanlagt. Ongin kann hótta hana, tá hon er einasta kvinnan, ið hevur koyrt allar etapurnar.
Onki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt. Hjá monnum verður torført at skumpa Jákup Petur av ovastu rók, men ikki ómøguligt. Vit sóu hvat hendi hjá Paula Poulsen í 3. etapu, hvussu og hvat kann henda um ein er óheppin, fær defekt, og tí verður noyddur at gevast.
Torført, men ikki ómøguligt. Tað eru 15 minuttir frá Jákup Peturaftur til nummar tvey, og tí er hann favorittur at vinna ársins útgávu av Leif Mohr Kring Føroyar 2024. Bergtór Thorsteinsson liggur samanlagt á einum øðrum plássi.
Suðuroyggin fyri 28. ferð
Í dag bleiv kappast á Suðuroynni. Aftur í ár, og er hetta 28. ferð vit kappast á hesi vøkru og avbjóðandi súkkluoyggj.
Fyrstu árini var tað altíð Hesturin, ið var tann stóra avbjóðingin. Nú er hon blivin í so stór, eftirsum vegurin er sera vánaligur.
Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag er fyriskipari av hesari kapping, og hóast Hesturin ikki er eitt val lonvur, so eru framvegis nógvir møguleikar at gera spennandi kappingar á oynni.
Ikki stór, men ein broyting var so í ár í mun til í fjør. Teinurin í dag gekk frá Skúlanum í Trongisvági, runt á Tvøroyri áðrenn leiðin gekk til Hvalba. Ein sjón fyri Guðar er tað tá ein kemur úr Hvalbiartunnlinum, og sær vøkru fløtuna og bygdina.
Leiðin gekk runt í Hvalba, og síðan til Fámjin. Úr Øravík gekk leiðin um Hovsegg. Til Hov, til Porkeri og síðan til Vágs. Súkklararnir hildu áfram, og skuldu ein túr runt í Lopra áðrenn kósin aftur bleiv sett móti Vágsbygd. Málið var við Effostøðina í Vági.
Nógvir kilometrar og nógvir hæddarmetrar
Niðan úr Trongisvági ávegis til Hvalba byrjaði “ballið”. Bogi Gregersen setti ferð á, og ein og ein súkklari fullu frá. Løtu seinna var samling aftur. Niðan úr Hvalba, móti tunnlinum, var tað Kjartan Egholm sum setti ferð á feltið, og enn einaferð fullu súkklarar frá bólkinum, ein og ein.
Ein stórur bólkur helt leiðina fram móti Øravík. Ein drúgv niðankoyring er úr Øravík, og aftur úr Fámjin, og feltið slitnaði aftur.
Millum fremstu súkklararnar taldist ungi suðuroyingurin, Janus Marnersson, men eitthvørt hendi við pedalini, og hann var tí noyddur at gevast.
Jákup Petur Eliassen og Gunnar Dahl-Olsen vóru fyrstir oman í Fámjin. Í hølunum á teimum komu Súsanna Skylv, Bergtór Thorsteinsson og so Janus Marnersson.
Bert fáar kilometrar seinni skuldi enn ein niðankoyring koyrast. Súsanna var aftur vælkoyrandi, og hevði fingið Jákup Petur og Gunnar aftur, tá bert ein kilometur var eftir í niðankoyringini úr Fámjin. Nú gekk leiðin niðan Hovsegg. Ferðin var góð hjá hesari trio. Í so høg fyri onkran, og Gunnar misti.
“Gott hjá mær”, segði Bergtór eftir kappingina, sum sá at Gunnar ikki megnaði at halda tørn. Hesir báðir royndi hvør í sínum lag at vinna silvur, og samlaða 2. plássið. Fitt av vindi var, og var vindurin beint ímóti frá Porkeri til Vágsbygd. Bergtór nærkaðist, og spenningurin øktist.
Endin var at Jákup Petur vann. Sannførandi. Gunnar gjørdist næstur. Tað gingu tveir minuttir til Bergtór kom um málstrikuna, og tá Bergtór undan 4. etapu var góðar tríggjar minuttir frammanfyri Gunnar, so bleiv “roknistykkið” at Bergtór megnaði at varðveita samlaða 2. plássið.
Úrslit av 4. etapu, 75 km, Suðuroy:
Leif Mohr Kring Føroyar 2024 – Dagur 4 | Race resultater | Webscorer
Samlaða úrslit eftir 4. etapu:
Leif Mohr Kring Føroyar 2024 | resultater Series | Webscorer
Fimta og seinasta etapa verður í morgin. Byrjað verður hjá Leif Mohr á Hálsi klokkan 9. Síðani gongur leiðin eftir Kaldbaksvegnum og til Hósvíkar, har súkklararnir venda, áðrenn leiðin gongur aftur til Havnar. Eisini eftir Kaldbaksvegnum.