Aftur í dag var Jákup Petur skjótastur, tá hann legði teir gott ov væl 60 kilometrarnar aftur um seg uppá minni enn tveir tímar. Nærmasti kappingarneytin Hilmar, kom eisini akkurát undir tveir tímar. Tíðin hjá Jákup Petur var 1:55:01, meðan Hilmar var 4:39 aftanfyri.
Veteranurin Gunnar Dahl-Olsen megnaði akkurát at vinna á unga Niklas Hallgren Niclassen í spurtinum. Munurin var bert 1,9 sekund. Harvið otaði Gunnar seg fram á 3. pláss í samlaðu støðuni.
Í morgin verður súkklað í Viðoy, og tá er spennandi, um nakar megnar at hótta Jákup Petur í grønu troyggjuni.
Úrslitið á 2. etapu sæst HER.
Samlaða støðan sæst HER.
Myndir: Geyr Gilsteinsson