Í dag bleiv kappast á Sandoynni. Hetta var triði dagur, og tað merktist á súkklarunum, at teir nú eru farnir at møðast.
Sandoyggin er ein fantastisk súkkluoyggj, eftirsum brekkurnar eru nógvar, men ikki so brattar. Jú, at súkkla niðan úr Dali kennist tungt, serliga tá hetta var seinasta niðankoyringin, áðrenn koyrast skuldi um málstrikuna, sum í ár var í Húsavík. Við Sólaris.
Teinurin var góðar 55 km langur, við umleið 1000 hæddarmetrum. Bæði startur og mál var í Húsavík. Frá Húsavík gekk leiðin til Sands, runt Sandsvatn, og so gekk leiðin til Skálavík. Tað bleiv koyrt runt í vøkru bygdini áðrenn leiðin gekk aftur til Sandsbygd, og enn ein túr runt Sandsvatn. Leiðin gekk nú til Húsavík, framvið Sólaris, til Dals, og so aftur til Húsavíkar.
Favoritturin punkteraði
Pauli Poulsen og Jákup Petur Eliassen fóru frá hinum súkklarunum fyrru ferð koyrast skuldi niðan Brekkuni Stóru. Teir øktu aftur til feltið, og løtu seinni vóru minuttir aftur til Boga Gregersen, Bergtór Thorsteinsson, Konstantinos Garoflos, Gunnar Dahl-Olsen og Súsanna Skylv. Tveir minuttur var munurin, tá hesi vendu í Skálavík.
Ávegis niðan úr Skálavík hendi tað, ið ikki skuldi henda. At ein av favorittunum punkteraði og tí var noyddur at gevast. Ergriligt fyri kappingina, ergriligt fyri Paula Poulsen, og ergriligt fyri Jákup Petur, sum í dag ikki slapp at vinna, ella at minka um munin, sum var millum teir báðar favorittarnar til at vinna kappingina samanlagt.
Samanlagt liggur Jákup Petur nú á odda við tíggju minuttum. Pauli sum undan 3. etapu lá á einum tryggum plássi ovast, er nú ikki við í kappingini um at vinna kappingina samanlagt. Tað er Bergtór hinvegin, og hóast uppgávan ikki er løtt, so er hon heldur ikki ómøgulig.
Fleiri kvinnur við
Í dag luttóku fimm kvinnur. Millum hesar ein fyrrverandi landsliðssúkklari, og ein fyrrverandi FM vinnari. Maria Svabo Hansen umboðaði Føroyar á Oyggjaleikunum á Gibraltar í 2019, og fyri árum síðan gjørdist Sigrid Bjartalíð FM vinnari, tá súkklað bleiv úr Runavík til Havnar í Føroyaleikum.
Á triðja sinni var tað Súsanna Skylv, ið gjørdist fremst av kvinnunum. Og aftur í dag gjørdist hon millum fremstu súkklararnar. Ikki so løgið at hon var millum fremstu súkklararnar í dag, tá hugsað verður um at hon júst er afturkomin úr Eysturríki, har hon vann sær eitt flott silvurmerki í stórari áltjóða kapping, í 1/2 Ironman. Sera sterk er hon, og eins og Andrass Joensen, ótroyttulig.
Longsta etapa
Í morgin verður koyrt á Suðuroynni, og verður hetta longsti teinurin í ársins útgávu av Leif Mohr Kring Føroyar 2024. Umleið 1600 metrar skulu klætrast, og 75 kilometrar skulu súkkararnir súkkla áðrenn teir koma á mál í Vági.
Starturin verður í Trongisvági. Herfrá verður súkklað runt á Tvøroyri, áðrenn leiðin gongur til Hvalba. Leiðin gongur síðan til Fámjin, um Hovsegg til Hov, og síðan til Porkeris. Súkklað verður framvið málinum við Effostøðina í Vági, og leiðin gongur síðan til Lopra. Koyrt verður runt í Lopra, áðrenn leiðin gongur aftur til Vágs.
Kappingin byrjar klokkan 10, og roknað verður við at fremsti súkklarin koyrur um málstrikuna umleið klokkan 12 ella 12.30.
Úrslitið frá 3. etapu:
Leif Mohr Kring Føroyar 2024 – Dagur 3 | Race resultater | Webscorer
Samlaða støðan eftir 3. etapu:
Leif Mohr Kring Føroyar 2024 | resultater Series | Webscorer