Myndir, 3. etapa
Myndir: Ólavur Frederiksen, Faroephoto
Í dag bleiv kappast á Sandoynni. Hetta var triði dagur, og tað merktist á súkklarunum, at teir nú eru farnir at møðast. Sandoyggin er ein fantastisk súkkluoyggj, eftirsum brekkurnar eru nógvar, men ikki so brattar. Jú, at súkkla niðan úr Dali kennist tungt, serliga tá hetta var seinasta niðankoyringin, áðrenn koyrast skuldi um málstrikuna, sum…
Í dag var onnur av fimm etapum koyrd, og 2. etapa bleiv koyrd í Eysturoynni. Byrjað var við sølubúðina hjá Leif Mohr á Kambsdali, og málið var sama stað. Leiðin gekk úr Kambsdali, um Gøtueiði, til Skálabotn, og so gekk leiðin til Oyndafjørð. Koyrt bleiv runt í vøkru bygdini, og so gekk leiðin sama veg…
Í dag byrjaði stóra súkklukappingin Leif Mohr Kring Føroyar 2024. Vegna verkfallið eru nakrar broytingar gjørdar í ársins útgávu av kappingini.Ætlanin var at Kring Føroyar skuldi byrja í Klaksvík, at súkklarar skuldu koyra teinin úr Klaksvík til Kunoyarbygd og aftur til Klaksvík, men Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag valdi at hugsa tankan “best fyri flest”. Tí…
Vegna verkfall, gera vit tvær broytingar í rutunum. Fyrsta dagin koyra vit sama einkulstart sum í fjør. Tað vil siga frá Effo Runavík, Skálabotn, og aftur til Effo í Runavík. Seinasta dagin byrja vit við Leif Mohr á Hálsi í Havn, súkkla til Hósvíkar, og aftur til Leif Mohr. Farið verður ikki eftir Oyggjarvegnum. Tað…
Fleiri og fleiri súkkla, og tí burdu fleiri kunna verið við. Tað eru ikki øll, ið vilja kappast. Men tað skal ikki halda fólki frá at tekna seg til Leif Mohr Kring Føroyar. Teinarnir hóska eisini til tey, sum bara vilja súkkla fyri at hugna sær og røra seg. Vit hava gjørt okkum ómak fyri…
Tað styttist til stóra súkklukappingin, Leif Mohr Kring Føroyar 2024, fer av bakkastokki. Nú er bert ein lítil mánaður til kappingin byrjar. Aftur í ár verður kappast í fimm dagar, og verður tað í døgunum frá mikudegnum 5. juni til sunnudagin 9. juni at kappast verður. Tað er Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag sum, saman við…
Myndir frá 5. og síðsta degi. Myndir: Ólavur Frederiksen / Faroephoto